Ánaniasartáttur

FYRSTI TÁTTUR
1. Viljið tær nú hoyra
og lýða á
hvussu mær og Ánaniasi
okkum bórust á

Skuldi á mjúkum armi sovið,
ljósið tað var runnið,
lystugt var tann liljan meg væl unnið.

2. Eg mundi smogið meg
fastan í eitt glopp,
men Ánanias mundi brent seg
og sína móður upp.

3. Tað er so mong ein von jomfrú,
eitt steinfat hevur brotið,
men eingin hevur sum Ánanias
sína móður skotið.

4. Systir hans varð flongd í fjør,
tí hon breyt eitt fat,
men Ánaniast slapp í ár,
tó verri bar hann seg at.

5. Ánanias fór sær
til Havnar fróur
at keypa eina byrsu
og hartil krút og lóður.

6. Ánanias fór sær
norður um fjørð
at keypa sær eina byrsu
fyri sína móður jørð.

7. Trýggjar hevði hann
byrsurnar í vali,
jørðina setti hann í pant
vesturi í Gásadali.

8. Móður sína jærð
í pant hann setir:
Við hesi somu byrsu
eg føði meg í vetur.

9. Hvørt eitt skip
til Vágs vil herja,
tað skal eg við
míni byrsu verja.

10. Tá ið eg fari mær
út í Kinn,
tá skal onki
skipið tora inn.

11. Tá ið eg fari mær
har út í Vika,
tá skulu teir toppseglið
fyri mær strika.

12. Vilja teir ikki toppseglini
fyri mær strika,
tá skulu teir fáa
annað at vita.

13. Tá ið eg leggi meg
til at grumla,
skotini skulu
í homrunum rumla.

14. Tá ið eg skjóti
undir Gjørðaveggi,
kúlan skal fara suður um fjørð
beint á garðin í Bergi.

15. Tá ið eg leggi meg
niður at skjóta,
mastrarnar og seglini
skulu fyri borði róta.

16. Tá skal eg skattin
av skipunum taka,
tá skal eg tubbakið
undir meg raka.

17. Tá skal eg fáa
alt, hvat eg vil,
ongilsmenn og hálendingar
skulu seta til.

18. Ánanias vildi
havt meiri prál,
hann segði, hann vildi verið
korpurál.

19. Hann segði, hann vildi
korpurálur verið sær
og borði eina korðu
við sítt lær.

20. Meðan hann hevði
hesi stóru orð,
tá sat hann omanfyri
ongilsmannaborð.

21. Hetta tókti Rólvi
onki at vera gott.
”Hoyr tú tað mín Ánanias,
tú fært av byrsuni spott.”

22. Hetta fell øllum
so væl í lag,
hann fór til Suðuroyar
Mikkjalsmessudag.

23. Hann gekk sær upp á
Hellistanga,
byrsuna legði hann
longst við sín vanga.

24. Hann legði sína byrsu
longst við sín vanga,
Larvas við Neystum
mundi móti honum ganga.

25. Larvas við Neystum
mundi móti honum ganga:
”Hoyr tú tað mín Ánanias,
hvar hevur tú byrsu fangað”.

26. Visti tú ikki ørindini,
eg hevði norð um fjørð,
at keypa mær eina byrsu
fyri mína móðurjørð.

27. Hesa mundi eg keypa
av trimum, eg hevði í vali,
jørðina setti eg í pant
vesturi í Gásadali.

28. Larvas, hann svaraði
honum upp á spott:
“Hoyr tú tað mín Ánanias,
tú fekst keypið gott”.

29. Hetta tókti Ánaniasi
ikki vera gott,
síðani bað han Larvasi:
”Góða nátt.”

30. Ánanias legði byrsuna
á sítt bak,
møtti hann sínum sæla bróður,
teir kalla hann Jákup rak.

31. ”Góðan dag mín bróðir
Jákup rak,
eg havi fingið
eina byrsu uppá mítt bak.”

32. Jákup svaraði
honum upp á spott:
“Av hasi somu byrsu
mánst tú fáa tátt.”

33. Hetta tókti Ánaniasi
ikki vera gott,
síðani bað hann Jákupi:
”Góða nátt.”

34. Ánanias legði byrsuna
við sín vanga,
so mundi hann
móti Porkeri ganga.

35. Tá ið hann kom á
Trongisvágs á,
tá tók regnið
at díkja á.

36. Tá ið hann kom har
suður í Buga,
tá var alt krútið
saman knuðað.

37. Ánanias omaneftir
Hálsinum fór,
beint í Egilstrøð
helt hann kós.

38. Beint í Egilstrøð
helt hann kós,
úti hans sæla móðir
fyri honum stóð.

39. ”Góðan dag,
mín sæla móðir,
eg havi keypt eina byrsu
og bæði krút og lóður.”

40. Tá svaraði móðir hans,
strýkur hár frá enni:
”Hoyr tú tað, mín lítli so,
Gud gevi tær lukku við henni.”

41. Enntá mælti móðir hans,
slóð so upp í gleim:
”Hoyr tú tað mín Ánanias,
ver vælkomin heim.

42. ”Hesa hevði eg við mær
av øllum, ið vóru í vali,
jørðina setti eg í pant
vesturi í Gásadali.

43. Hesa hevði eg við mær
teim skipunum at granda,
slíkur hevur eingin skjúttari
verið í Føroya landi.”

44. Tá svaraði móðir hans,
sá tá byrsu bjarta:
”Á góðari stund tá barð eg teg
undir mínum hjarta.

45. Tú skalt mín forsjónari vera
so leingi eg man liva,
eg havi ei verið glaðari
á allari míni ævi.”

46. Tá ið Ánanias brestir seg
og sigur móðir frá,
alt tað fólk í Eystrum
koma at lýða á.

47. ”Hoyr tú tað nú móðir mín,
nú vil eg siga tær satt,
eg havi farið so illa av stað,
at krútið er vorðið vátt.”

48. Loysir hann krút frá byrsu sær
tekur til bond at greiða,
hon stóð sjálv og sá hará,
so gott tókti móðir at eiga.

49. Ananias kallar
sína móður Lurku:
”Tú skalt standa og hyggja at,
meðan eg fari krút at turka.”

50. Tí svaraði móðir hans,
hon vildi tí einki trúgva:
”At tú kanst at turka krút,
tað mánst tú fyri mær ljúgva.”

51. Ánanias hann heldur
á einum roði:
“Hevur tú nakað hoyrt til mín,
at eg havi nakað logið ?”

52. Ánanias tekur sína
móðir í favn:
”Visti tí ikki, at eg tænti hjá
einum meistara norðuri í Havn.”

53. Ánanias svaraði
so fyri seg:
”Hetta lærdi Hanus
Baltasar meg.”

54. ”Einki skoyti eg, hvat tú sigur,
tú rósar av lærdómi tínum,
ilt man berast til í dag,
tað kenni eg á holdi mínum.”

55. Ánanias er í
hándum eitt skjálg,
stendur og flysur hetta krút,
sum tú skert niður tálg.

56. Tá ið hon sá hetta krút,
sum so var knuðað saman,
tað er mær av sonnum sagt,
tá fell hennar gaman.

57. Ánanias tykist
at hava veldi,
koyrir krút í pottin
og heingir upp yvir eldin.

58. Móðir hansara strýkur
sær um sín maga:
”Hoyr tú tað mín Ánanias,
ger nú ongan skaða.”

59. ”So skal eg turka hetta krút,
og tað skal frættast víða.”
Stendur frammanfyri pott’ og gleivar
báðar hendur í síðu.

60. ”Verið nú tað, sum Rólvur segði,
so verður alt umsunst.”
Setir nú sneis í pottin niður:
“Nú skal eg vísa mín kunst.”

61. Ánanias rundan um
grúgvuna man pjaka
birtir upp undir við sneisini,
niður í pott’ at raka.

62. Ánanias rundan um
grúgvuna man strúka,
neistarnir úr sneisini,teir niður í pottin
fúka.

63. Móðir hansara ræðist
býðst at leypa avstað:
”Hav nú frið, tú Ánanias,
tað verður ein dagur í dag.”

64. Ánanias meinti,
hann hevði staðið fast,
hann var leysur frá jørðini,
tá ið krútapotturin brast.

65. Ikki fekk Ánanias
av at vita,
fyrrenn krútið hevði hann
líka javnt við bitan.

66. Ikki visti Ánanias
av fyrrenn tá,
hann fór undan, roykurin eftir,
login aftaná.

67. Ánanias visti ikki
hvar ið hann fór,
fyrr enn hann fór bóltandi
í ein kálvaflór.

68. Móðir hans krýpur sær
út á gátt,
tá var myrkt í húsinum,
sum tað hevði verið nátt.

69. Tá var myrkt í húsinum,
tekur til at lýsa,
hoyrir hon til Ánanias,
hvar ið hann man snýsa.

70. Móðir hansar sær
yvir á hans maga
báðar hendur um hann tók
og upp úr flóri at draga.

71. Móðir hansara smyr honum
runu upp á fingur,
Ánanias illa gevur seg.
tað bæði nítur og stingur.

72. Móðir hansara smyr
upp á hann runu,
systirin dansar í køstinum
sum tógarakona í tunnu.

73. So var hann Ánanias
sárur av tí ekka,
rópini hoyrdust úr Eystrum
og út á Gjørðabrekku.

74. So var hann Ánanias
sárur av tí sviða,
tað var eingin í Porkeri,
hann fekk til at tiga.

75. Niklas við Á bæði grimur og vreiður
kastar aftur hurð:
”Ilt so hevur tú verkið vunnið,
síðan tú komst norðan um fjørð.”

76. Niklas við Á bæði grimur og vreiður,
vríggjar hann sínar hendur:
”Systir tín og kona mín,
tær eru báðar brendar.”

77. Niklas við Á bæði grimur og vreiður,
tað av miklari tót:
”So er Ánanias illa brendur,
at ikki stendst um bót.”

78. Niklas við Á bæði grimur og vreiður,
illa mundi hann larma:
”Hevði eingin brent uttan tú,
so fáur mundi teg harma.”

79. Ánanias omaneftir
Kelduni gongur,
húðin øll á nøsini
niður fyri munnin hongur.

80. Húðin øll á nøsini
niður fyri munnin hongur:
”Ey eya meg, eg misti teg,
mín góði hanverksdrongur.

81. Harm tykist mær at síggja teg,
tí man mítt hjarta svíða,
hvørt illa tú fórt við tínum hándum
so vælt ú kundi smíða.”

82. Hann kundi ei av spóni taka,
meðan hann var í vanda,
góvu teir honum av pípuleggi,
sum tú gevur lambi.

ANNAR TÁTTUR
83. Nú skulum vær taka
upp annan tátt,
síðan skulum vær Ánanias
væl sita um sátt.

84. ”Hoyr tú tað nú, gumma mín,
tú lána mær klút um háls,
eg fari mær til Porkeris
finna Ánanias til máls.”

85. Símun, hann hevur
so ónt í sínum sinni,
tað var úti í Gjørðum,
har mundu báðir finnast.

86. Ánanias hann leggur
seg fram á ein garð,
ikki vildi Símun biða
honum góðan dag.

87. ”Hesin sami, her liggur
tubbakkið og tyggir,
djarvur er hann í sær,
hann upp á meg hyggur.

88. Líkari var tær, Ánanias,
at yrkt um meg nakað annað,
enn míni børn skuldu hava
etið skarvsgarðarnar.

89. Tú segði, eg skuldi liggja
í gloprinum og hylkja,
bæði krákur og ravnar
skuldu uttan um meg flykkjast.

90. Tú segði, at eg helt á
eini skarvstá,
tá skuldi andin
ganga mær ífrá.

91. Tú segði tað, at steinurin
skuldi mínum brósti meina,
tá skuldi sálin siga mær,
hvat títt var í øðrum heimi.

92. Hvat sum eg havi grátið
í allan hendan vetur,
hann verður ikki betur staddur,
ið síðari grætur.

93. So mundi eg liva
sum eg hevði verið móður,
hevði ikki Niklas tikið meg,
so hevði eg verið óður.

94. Tað segði Niklas
har sum vit sótu,
bað meg einki skoyta,
men yrkja aftur ímóti.

95. Eg honum svaraði
upp á mín sann,
eg skal so gera,
tín Danimann.

96. Tað fyrsta, sum eg hoyrdi,
at tú vart brendur,
tá helt eg saman
báðar mínar hendur.

97. Helt eg mínar hendur saman
upp yvir meg,
takkaði Harranum stórliga,
sum hartaði teg fyri meg.

98. Eg bað mína gummu,
hon skuldi siga satt,
hvaðani hon hevði hesi
tíðindi frætt.

99. Gumma, hon bað so
viðvíkjandi sær:
Petur í Toftum
hann segði tey tíðindi mær.

100. Tað segði hann Peturin
vestan Brunn,
at tú hevði kolað teg
bæði um hánd og munn.

101. Tað segði henni Peturin,
tá var hann har inni,
at tú kolaði ullina
uttan av tínum skinni.

102. Tá ið tú lá í Eystru mýru
til at tú vart kaldur,
mundi tú brent tvær deyvar konur,
sum vóru væl við aldur.

103. Trý máttu liggja oman á tær,
so rópar tú teg øran,
tú vart ikki so rappkjaftaður,
tá oyrini stóðu í bløðru.”

104. ”Hoyr tú tað, mín Símun,
kom mær ei meir enn um hált,
tað vóru teir Nesdreingir,
ið tað voldu alt.”

105. Ánanias hyggur oman,
vendir sær um hálvur,
Símun rangar munninum
og eftir honum gálvar.

106. Ánanias rættir Símuni tubbakkið
fram við síðu,
settust báðir á jørðina niður,
gjørdust nú so blíðir.

107. ”Vit hava verið óvinir
eina lítla stund,
nú skulu vit vera vinir báðir
rætt av hjartans grund.”

108. Ánanias býður Símuni
sær fyriláta,
settust báðir á jørðina niður,
fóru nú at gráta.

109. ”So vil eg
fyriláta tær,,
sum eg vil á dóminum,
Guð skal fyrigeva mær.”

110. Ánanias hann
upp á Sínum hyggur:
”Nær skalt tú suður
fara, longu ?”

111. Símun svarar
og svør á sína trú,
at eg fari suður
rætt líka nú.

112. Símun loypur á føtur
og sleingir á seg posa:
”Hoyr tú tað, mín Ánanias,
tú ver nú himmiríkis kosin.”

113. Ánanias loypir á føtur
kyssir hann á munn:
”Heilsa suður børnunum
og gloym ikki tína gummu.”

114. Ánanias tekur Símun
undir Gjørðaveggi,
leggur hann undir høku á sær
og strýkur honum um skeggið.

115. ”Hoyr tú tað tú Ánanias,
mær tykir einki betur enn hetta:
Tú ert søtur um munn,
sum tú hevði verið genta.”

116. Hann sum har hevði sæð uppá,
hann tókti tað vera stórt gaman,
tað var fult í tógva tímar,
munnarnir lógu saman.

117. So leingi kystu báðir teir,
til hvørgin kundi snakka,
hendur hildu teir
um hvønn annans nakka.

118. So langt sum hvør til
annan sá,
fyri hvørjum øðrum
neigaðu teir tá.

119. Ánanias stendur á Gjørðabakka,
gerst í beinum gleivur:
”Signaður veri Kallurin,
ið aftur um Leitið sneiðir.”